Okkara uppgávur

Okkara uppgáva er sjálvandi at hjálpa teimum, ið mist hava, t.d. við at taka avgerðir um, hvussu avvarðandi ynskja, at jarðarferðin verður, so hon verður virðilig og viðkomandi fyri júst tann persónin, sum farin er. 

Niðanfyri eru nøkur dømi um, hvørja hjálp vit kunnu veita í sambandi við eina jarðarferð

Okkara uppgávur umfata m. a.

  • At leggja tann deyða í kistu
  • Flutning av líki.
  • Leggja til rættis tær praktisku uppgávurnar í samband við jarðarferðina. Veita ymiska kunning til avvarandi
  • Taka okkum av pappírsarbeiði, tað er upplýsingar til viðkomandi mynduleikar
  • Skipa fyri flutningi til og úr Føroyum
  • Brenning (kremering)
  • Gera tað lættari at avgreiða  jarðarferðarstuðulin