Um Gravarhjálp

Fyritøkan “Gravarhjálp” byrjaði í 2003. Hon var tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Stovnarin var Herman Eysturoy, sum hevur Snikkaravirkið í Marknagili, og sum eftir at hava framleitt kistur í eina tíð, fór eitt stig víðari við fyritøkuni “Gravarhjálp”.

Av tí at hettar yrkið var nýtt í Føroyum, og at tað ikki er ein verulig útbúgving til hettar starv, fór Herman í praktikk hjá tveimum biðimansfyritøkum í Danmark at nema sær kunleika til hetta nýggja yrkið. Sum Herman sigur, so veit mann ongantíð alt um alt, so var tað okkurt sum mann ikki hevði roynt áður, ja, so kannaði man tað og koyrdi víðari. Forðingar er ikki nakað mann steðgar upp fyri, tær eru til fyri at verða loystar.

Vit vóna at kunna vera avvarðandi til hjálpar upp á ein góðan og siðiligan máta.

Givið er, at tá føroyingar aldrig hava havt møguleikan ella tørv á eini gravarhjálp, so hava teir verið noyddir at klára tað sjálvir á ein ella annan hátt, tað verði seg við hjálp frá familju vinum og kenningum presti  og øðrum. Givið er, at tað kemur at halda fram; men eftirhondini sum “Gravarhjálp” blívur ein meira sjónlig fyritøka, og fólk sleppa undan at hava ampa av fyrireiking til jarðarferðina, men kunnu í staðin taka í móti fólki, sum koma at vísa samkenslu.

    Ongar myndir