Gravstað
Tað er vanlig siðvenja, at fólk biðja um gravstað undir liðini av t.d. maka.
Gravirnar eru býttar upp í barnagravir og urnugravir, sum eru minni enn tær til vaksnamannagravir og dupultar gravir.
Tó eru undantøk. Um børn doyggja, ynskja foreldur teirra onkuntíð at koma at liggja undir liðini á teimum, tá tey einaferð fara; hetta má tó altíð verða í samráð við gravaran.
At røkja gravirnar
Tað er kommunan, sum hevur ábyrdina av at halda gravirnar t.v.s. at sláa grasið. Tey avvarðandi røkja annars sjálvi leiðini við t.d. blómum, trøum o.ø.
Avvarðandi avgera sjálvi, hvussu gravstaðið skal síggja út, men gravarin má tó verða eftirspurdur í hvørjum einstøkum føri.
Gravsteinur
Vanligt er, at eitt ár gongur, áðrenn gravsteinur verður settur upp. Hetta kemst av, at tað tekur sína tíð, til grøvin er sjúnkað.