
Kremering
Krematorii er onki í Føroyum, og tí tykist kremering/brenning fjart og fremmant fyri okkum føroyingar. Møguleikin er tó til staðar.
Ynskir ein føroyingur at brennast, er mest vanligt at viðkomandi verður sendur við skipi til Hanstholm, og síðani koyrdur til Struer Krematorium. Øskan kemur síðani heim aftur í eini urnu, sum so verður grivin í kirkjugarðinum.
Higartil hava millum 2 og 5 ynskt henda møguleika um árið.