Jarðarferðin
Ein jarðarferð er nakað heilt serligt í hvørjum einstøkum føri.
Tað kann vera ymiskt, hvussu nógv verður gjørt burtur úr einari jarðarferð. Summi gera meira burtur úr enn onnur, t.d. við eyka tónleiki ella sangi í kirkjuni. Tann, ið farin er, kann hava havt serlig ynski o.s.fr.
Tá vit verða biðin at hjálpa til við eina jarðarferð, koma vit oftast út at práta við avvarðandi, soleiðis at vit sita saman í heimligum umhvørvi og práta um, hvussu jarðarferðin skal fara fram.
Vit lurta og gera so vítt møguligt eftir ynskjum teirra avvarðandi, so tey kenna seg tryggan at onki verður gloymt og at jarðarferðin verður so virðilig sum til ber.
Jarðarferð í Vesturkirkjuni