Tá vit missa ein av okkara kæru

Um onkur doyr, er tað sera týdningarmikið at fáa fatur á lækna ella løgreglu. Ikki fyri enn læknin hevur skrivað eina deyðsattest, er deyðsfallið  “alment”.

Deyðin er natúrligur, siga vit, men tá ið onkur av okkara nærmastu doyr, kann tað tó hjá mongum tykjast ein møtimikil støða at koma í, og tað kann verða trupult at hava yvirlit yvir ta mongd av siðbundnum, praktiskum og lógfrøðiligum uppgávum, sum fylgja við eini jarðarferð. 

Tá kann ”Gravarhjálp”verða góð at heita á, tí tað er ikki vist, at øll hava stóra familju, sum kann hjálpa, og tá kunnu vit saman við teimum avvarðandi gjøgnumganga alt, sum gerast skal í sambandi við jarðarferðina. 

Okkara gamla siðvenja, har øll rundan um tey avvarðandi rætta eina hjálpandi hond, tá á stendur, er fantastisk og fer helst at halda áfram í vissan mun, og vit í ”Gravarhjálp” hava stóra virðing fyri teimum, sum leggja alla orku í at hjálpa teimum avvarðandi; men uttan iva fara tað altíð at verða nøkur fólk, sum koma at hava hjálp fyri neyðini, og tá er gott at hava tann møguleikan at heita á okkum í ”Gravarhjálp”. Okkara royndir higartil hava víst, at í mongum førum er tað sera tungt í stóru sorgini og eini brádliga uppkomnari støðu at samla seg um eina jarðarferð.